Virðisgrundarlag
Tónleikalig dygd
Vit stremba altíð eftir at framføra tónleik og konsertir á høgum støði.
Samstarv og virðing
FSO virðismetur leiklutin hjá hvørjum einstøkum tónleikara í orkestrinum. Vit hava virðing fyri hvørjum øðrum og virðismeta gott samstarv, trivna og eitt trygt arbeiðsumhvørvi.
Gjøgnumskygni og konstruktivt samskifti er ein týðandi partur av okkara samleika.
Professionellur hugburður
Vit stremba eftir einum høgum etiskum og moralskum standardi. Vit leggja eisini stóran dent á at vera álítandi og vitandi um okkara skyldu í samfelagnum.
Áhoyrarar
Vit ynskja at skapa týðandi og mennandi upplivingar fyri okkara áhoyrarar og virðismeta, at áhoyrarar vitja okkara konsertir
Mentanarligt fjølbroytni og inklusjon
Vit fagna ymiskleika, og okkara tónleikur fevnir víða í mun til slag, tíðarskeið og mentan.
G.G.!
Komponistar og tónleikarar úr londum, sum á ymsan hátt fremja krígsbrotsverk
Her finnur tú kunning um hvørja støðu FSO hevur um omanfyri standandi.
- Vit ynskja ikki at samstarva við persónar, felagsskapir, stovnar, sum fremja ella stuðla krígsbrotsverkum.
- Vit útihýsa ikki tónleikarum ella komponistum, sum ikki stuðla krígsbrotsverkum. Vit útihýsa heldur ikki tónleikarum ella komponistum vegna uppruna, átrúna, kyn v.m.
- Vit vilja minna á, at tónleikur og list ongantíð eiga at verða stýrd – hvørki av persónum, felagsskapum ella øðrum.
Føroya Symfoniorkestur