Komandi konsertár spælir symfoniorkestrið í alt 19 konsertir, deildar yvir fimm verkætlanir, og nógv spennandi er á skrá. Orkestrið fær millum annað vitjan av italienska tenorinum Ivan Magri og dansk/svenska celloúrmælinginum Andreas Brantelid.
Føroyskir solistar komandi ár eru Niklas Kallsoy Mouritsen (horn), Andreas Blaasvær (violin), og ungi Mikkjal Davidsen verður solistur til familju- og jólakonsertirnar.
Enska Catherine Larsen-Maguire verður gestadirigentur til várkonsertina 2024. Hon vitjaði eisini symfoniorkestrið í 2021 og hetta samstarvið gekk so mikið væl, at hon kemur aftur á vitjan.
Vit gleða okkum at síggja tykkum til konsertirnar komandi ár.