Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya bjóða tykkum til eitt satt tónleikaligt gildi við tveimum nýggjárskonsertum.
Tónleikaskráin er undirhaldandi, álvarsom og nemur við alt kensluraðið við miklum verkum frá stórum komponistum. Nýggjárskonsertirnar bera, sum altíð, brá av veitslustemningi og hátíð.
Tveir solistar og kór
Ivan Magrí (ITA)
Heimsklassa tenorurin Ivan Magrí, ið hesaferð vitjar Føroya Symfoniorkestur, hevur nomið sær útbúgving á lærda tónleikaháskúlanum í Giuseppe Verdi í Milano. Hann hevur eisini fingið holla vegleiðing frá víðagitna Luciano Pavarotti. Hann hevur vunnið altjóða virðislønir í Riccardo Zandonai kappingini og Francesco Maria Martini kappingini.
Ivan Magrí ferðast kring allan heimin og hevur framført á Royal Opera House í London, Staatoper Berlin, Teatro Regio i Torino, Teatro dell’Opera í Rom, Florida Opera, Bayerische Staatsoper. Í Norðurlandahúsinum framførir Ivan Magrí millum annað “LA Donna É Mobile” úr kendu operaini Rigoletto, sum Verdi skrivaði í 1851, og “Che gelida manina” úr La Boheme operaini eftir Puccini, ið varð frumframførd á Teatro Regio í 1896.
Andrias Blaasvær (FO)
Evnaríki violinleikarin Andrias Blaasvær fór at spæla violin sum 12-ára gamal hjá Nikolaos Kapnas, sála. Hann hevur eisini fingið undirvísing hjá Jonu Højgaard, og í 2019 byrjaði Andrias at lesa á Kongaliga Danska Musikkonservatorinum í Keypmannahavn. Í 2022 tók hann sær bachelorprógv hjá Elisabeth Zeuthen, og nú lesur Andrias á kandidatinum hjá Alexandre Zapolski.
Umframt at hava verið partur av Føroya Symfoniorkestri í fleiri ár, hevur Andrias Blaasvær eisini luttikið í verkætlanum hjá eitt nú Danmarks Radio, Copenhagen Phil og Kongaliga Kappellinum. Hann er virkin sum komponistur og hevur í fleiri ár arbeitt við sínari fyrstu sonatu fyri soloviolin, sum verður útgivin í 2024.
Á nýggjárskonsertini framførir Andrias Blaasvær Tzigane eftir Maurice Ravel. Íblásturin til verkið stavar frá smigrandi romatónleikinum og varð upprunaliga skrivað til ungarska violinistin Jelly d’Arányi í 1924.
Kórið
Kórið, ið telur á leið 88 sangarar, luttekur altíð til nýggjárskonsertina. Kórsangurin ger konsertina til nakað heilt serligt, og gevur henni ein hátíðarligan dám. Í 2023 vóru upptøkuroyndir til symfoniorkesturkórið, so áhoyrararnir fara at síggja nýggj andlit og hoyra nýggjar røddir. Kórið luttekur viðhvørt eisini til aðrar verkætlanir, og tað er eitt framtíðar mál hjá Føroya Symfoniorkestri, at kórið kann luttaka oftari enn tað ger í dag.
Føroya Symfoniorkestur og kór gleða seg til tvey stórsligin kvøld saman við tykkum, og sum siðvenja er, bjóða vit kransakøku og eitt glas í steðginum.
“Same procedure as every year, James.”
Bernharður Wilkinson stjórnar Føroya Symfoniorkestri og Tóra Vestergaard venur symfoniorkesturkórið.
Konsertin verður send í Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 6. januar kl. 19.30.