Nýggj symfoni í Norðurlanda­húsinum

Nýggj symfoni, altjóða violinstjørna, orkestur og kór

10 føroyingar, ið spældu við til fyrstu konsertina hjá Symfoniorestirnum eru enn aktivir nú orkestrið og pallurin hjá orkestrinum, Norðurlandahúsið, fylla 40 ár.

Hin 19. juni í 1983 spældi Føroya Symfoniorkestur sína fyrstu konsert í spildurnýggja Norðurlandahúsinum. 40 ár seinni kunnu vit hyggja aftur á eina tónleikaliga menning íborin av visiónum, ágrýtni og hørðum arbeiði. Konsertin er ein felags 40-ára jubilæumskonsert hjá bæði Norðurlandahúsi og Føroya Symfoniorkestri.

Í samband við hátíðarhaldið hevur orkestrið bílagt symfoni í fýra satsum fyri orkestur og kór frá tónaskaldinum Tróndi Bogasyni. Sostatt fáa áhoyarar eisini høvi at hoyra kórið hjá symfoniorkestrinum. Hetta er fyrsta symfoniin Tróndur hevur skrivað.

Symfoniorkestrið fær eisini vitjan av altjóða viðurkendu Franceska Dego. Hon fer at framføra Brahms violinkonsert.

Sirið Stenberg, landstýrskvinna í mentamálum bjóðar vælkomin, og eftir steðgin fer Ólavur Jakobsen at práta við tónaskaldið Trónd Bogason.

Bernhardur Wilkinsson stjórnar orkestrinum og Tóra Vestergaard venur kórið.