FSO fingið nýggja heimasíðu

Føroya Symfoniorkestur hevur fingið nýggja heimasíðu, sum felagið VIRKA hevur ment. Á síðuni finnur tú kunning um symfoniorkestrið, so sum søguna hjá orkestrinum, nevndir, viðtøkur og roknskapir. Og sum nakað nýtt ber nú eisini til at keypa atgongumerki til allar konsertir komandi konsertár.

“Vit hava leingi ynskt at framskunda alt fyrireikingararbeiðið hjá orkestrinum. Hetta bleiv órógvað av koronu, men nú eru vit við at verða á mál, soleiðis at øll skráin fyri komandi ár er klár, og vit kunnu seta atgongumerki til sølu longu nú”, sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri.