Kom í Norðurlandahúsið til jóla – og familjukonsert – til afturvendandi og stórbæru tónleikaupplivingarnar fyrsta vikuskiftið í desember. Vit fara at hoyra alt tað besta eitt symfoniorkestur kann bjóða á jólum – tónleikaligt jólagóðgæti til alla familjuna.
2. og 3. desember vera árligu jóla- og familjukonsertirnar í Norðurlandahúsinum. Tríggjar konsertir eru á skránni – ein leygardag og tvær sunnudag.
Konsertirnar eru samstarv við musikkskúlarnar, og evnaríkir musikkskúlanæmingar fáa høvi at royna seg saman við royndum tónleikarum í einum stórum orkestri á hægsta stigi.
Vit frøast um ungu stjørnurnar, sum mynda hesar konsertirnar. Hesa ferð verður Mikkjal Davidsen solistur. Mikkjal spælir sello, hann gongur á musikkskúlamiðnámi og er næmingur hjá Jens Christian Guttesen.
Høvi verður at koma í veruligt jólahýr, tí barna- og ungdómskórini Stella og Nova úr Tórshavnar Musikkskúla fara at syngja fleiri vælkendar jólasangir saman við Føroya Symfoniorkestri. Vakurt verður at hoyra, tá ið Eg gleðist so hvørt jólakvøld við nýggjari útseting fyri orkestur og barnakór eftir Kára Bæk, fer at ljóma í stóra salinum í Norðurlandahúsinum. Sangararnir eru í aldrinum 9-16 ár. Kórleiðarar eru Edith Dahl Jakobsen, Katrin á Borg Johannesen og Joanna Johansen.
Eva á Rógvi er vertur og greiðir frá øllum, sum fer fram á konsertini. Hon er 12 ára gomul og er vertur á triðja sinni.
Hjartaliga vælkomin á jólakonsert
Solistur: Mikkjal Davidsen (sello)
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Frásøgufólk: Eva á Rógvi