Í 2020 bílegði Føroya Symfoniorkestur eina symfoni fyri orkestur og kór, frá komponistinum Tróndi Bogasyni. Verkið bleiv frumframført í samband við 40-ára føðingardagin hjá symfoniorkestrinum í 2023.
“Symfoni nr. 1 & 2 Sólárið” er nú innstillað til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins. Vinnarin verður avdukaður í morgin, týsdagin 22. oktober.
Vit ynskja Tróndi bestu eydnu, og takka fyri einastandandi gott samstarv.
Her kanst tú lesa um tey tilnevndu: