Føroya Symfoni­orkestur og Sigurd Barrett

Føroya Symfoniorkestur og Sigurd Barrett framføra søguna ”Verðins besta ljóðføri”

Aftur í ár fara umleið 4000 børn at lurta eftir góðum tónleiki og lurta etir søgu.

 

Kendi danski klaverleikarin, skemtarin og sjónvarpsverturin Sigurd Barrett spælir barnakonsertir saman við Føroya Symfoniokestri í døgunum 15.-19. apríl 2023. Almennar konsertir verða í ávikavist Løkshøll og í Norðurlandahúsinum. Harafturat verða níggju konsertir spældar fyri barnagørðum og skúlum.

Vit kenna øll Sigurd frá barnabókunum og sjónvarpssendingum, serliga barnasendingum. Hann hevur vunnið stóran heiður, og hevur fingið nógvar viðurkenningar fyri sítt arbeiðið millum annað ”Danmarks Radios Symfoniorkesters ærespris”, ”Den folkelige sangs pris” og ”Årets Børnebog”.

Saman við symfoniorkestrinum fer Sigurd at syngja og spæla kendar sangir, og fortelja nýggju søguna um ”Verðins besta ljóðføri. Søguna skrivaði hann tá hann var og ferðaðist í Føroyum, og Súsanna Tórgarð hevur týdd søguna til føroyskt.

Sigurd og symfoniorkestrið gleða seg til eina fantastiska løtu saman við teimum yngstu.

Bernhardur Wilkinsson stjórnar orkestrinum.